Lýsing
Ynskir tú at nýta og menna tínar førleikar innan demensøkið? So er møguleikin her.
Vit sóknast eftir
Heilsurøktara við áhuga fyri demensøkinum til dagtilhaldið Búðatrøð frá 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu. Starvsbrotið er 0,5. Arbeitt verður gerandisdagar millum kl. 8 og 19.
Búðatrøð er dagtilhald fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, ið hava fingið staðfest demenssjúku. Endamálið við virkseminum í dagtilhaldinum Búðatrøð er at stuðla undir ein skipaðan, innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av lívsgleði og trivnað, og at styrkja sjálvsavgerðarrættin við støði í førleikum, ynskjum og tørvi hins einstaka.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari. Útbúgving og royndir innan demensøkið kunnu vera ein fyrimunir. Somuleiðis er koyrikort til persónbil eitt krav.
Vit vænta, at tú hevur hugflog og megnar at leggja til rættis virksemið, ið gevur meining fyri tann einstaka og harvið kveikja til ein lívsjáttandi gerandisdag. Tað er neyðugt, at tú ert fleksibul, sýnir tol, dugir at síggja ymiskar og skiftandi tørvir og at handla í mun til hesar í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Búðatrøð.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, góðar umstøður, dugnaligar starvsfelagar og dygga innleiðslu til starvið.
Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað, bjóða vit øllum starvsfólkum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini, sum er soljóðandi:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Gunnvá Müller, deildarleiðara, á tel. +298 793450 ella við tposti til gunnvam@nbh.fo.
Skrivlig umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. mars 2025.