Nánd-Heimatænastan
Útgivið
1. april 2025
Útgongur
22. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Er tú okkara nýggi starvsfelagi?

Vit søkja eftir heilsurøktara til eldrasambýlið Giljagarð. Á Giljagarði eru 10 búpláss. Í røktini starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar og hjálparfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er sjúkrarøktarfrøðingur eyka tríggjar dagar um vikuna. Eisini koma Fysio- og ergoterapeutar regluliga á Giljargarð.

Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólkini, at hava samábyrgd fyri umsiting og dosering av heilivági og møguligum samskifti við lækna. Tú kemur at veita búfólkunum grundleggjandi røkt og umsorgan, at eygleiða og boða frá broytingum.  Tú kemur at tryggja heilivágsgevan og sjúkrarøktarfakliga skjalfesting, Dentur verður lagdur á eitt lærandi umhvørvi, har tú kemur at læra frá tær við síðumansupplæring og undirvísng av starvsfeløgunum.

Talan er um
• Fast starv at byrja 1. juni 2025
• Arbeiðstíðin er í miðal 28 t/viku í blandaðum vaktum. Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti.

Vit vænta, at tú
• hevur útbúgving sum heilsurøktari
• hevur góð samstarvsevni
• hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
• virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
• hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
• dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur, heilsuhjálpari ella ófaklærdur verða settur í tíðaravmarkað starv ístaðin.

Vit kunnu bjóða tær
• góða innleiðslu
• eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
• góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• gott samstarv við onnur fakfólk
• regluliga undirvísing í Nánd
Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Ásu Ásmundsdóttir, deildarleiðara, tlf. 730282 ella asaa@eystur.fo

Umsókn við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: asaa@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast á middegi týsdagin 22. apríl 2025.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Líknandi størv

2. april 2025
Tekniskur samskipari   Faroe Islands nýtt
2. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið