Lýsing
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til eldrasambýlið í Kollafirði, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu
Eldrasambýlið í Kollafirði
Á eldrasambýlinum húsast 7 fólk. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.