Lýsing
Søkt verður eftir einum heilsurøktara at veita húsfólkunum á Ellisheiminum í Tórshavn røkt og sjúkrarøkt og somuleiðis fyriskipaða viðgerð. Talan er um fast starv á setanarbrøki 0,8 ella eftir avtalu frá 1. september 2022 ella skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.
Vit søkja heilsurøktara sum kann arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi at stuðla húsfólkunum í at vera so virkin sum gjørligt, soleiðis at allir førleikar og sansir verða varðveittir sum longst.
Sum heilsurøktari á Ellisheiminum fært tú ein fakliga spennandi og mennandi arbeiðsdag á einum dynamiskum arbeiðsplássi. Tú fært góða innleiðslu, verður partur av einum dugnaligum praksisfelagsskapi og fært nógvar góðar møguleikar fyri persónliga menning.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv/heilsuroektari-til-ellisheimid