Lýsing
Søkt verður eftir einum heilsurøktara at veita húsfólkunum á Ellisheiminum í Tórshavn røkt og sjúkrarøkt og somuleiðis fyriskipaða viðgerð. Vit søkja heilsurøktara sum kann arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi, at stuðla húsfólkunum í at vera so virkin sum gjørligt, soleiðis at allir førleikar og sansir verða varðveittir sum longst.
Ellisheimið er 85 ára gamalt røktarheim miðskeiðis í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 húsfólk, og uml. 35 starvsfólk hava sítt yrki her. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfólkið. Hetta við at arbeiða viðurkennandi og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið, har partarnir kunnu trívast og mennast.
Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar, og royna vit javnan at gera ymsar aktivitetir saman við húsfólkunum.
Søkt verður eftir:
- einum heilsurøktara í føstum starvið á setnarbrøki 0,8 ella eftir avtalu, frá 1. oktober 2022 ella skjótast gjørligt, har arbeitt verður í skiftanid vaktum og annað hvørt vikuskifti. Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgving søkja, kann hjálparfólk verða fyribilssett
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=143626