Roðin økistænastan
Útgivið
13. september 2024
Útgongur
24. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,8 svarandi til 38 tímar um vikuna við møguleika fyri hægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti við møguleika fyri 3. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
  • KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sum heilsurøktari verður at seta 1. november 2024 og lønt sambært sáttmála við aavvarðandi fakfelag og KAF / Fíggjarmálaráðið.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara tlf. 290205 ella við telduposti til kristbjorgp@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Norðurstova”

Umsóknarfreistin er 24.september 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið