Landssjúkrahúsið
Útgivið
28. marts 2023
Útgongur
10. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á Psykiatriska deplinum sóknast vit eftir einum heilsurøktara at arbeiða á okkara innleggingardeild. Byrjað verður á núverandi innleggingardeildini P40 og seinni í ár flyta vit í nýggja deild í H-bygninginum.

Talan er um eitt fast starv á brøki 0,8 í skiftandi vaktum. Setan er frá 01.05.2023 ella eftir nærri avtalu.

Vit taka ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.

Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásin í gerandisdegnum á deildini. Vit arbeiða málrættað við átakinum “Safewards”, sum stuðlar undir einum góðum og tryggum arbejðsumhvørvi, ið bøtir um trygd og nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.

Eitt av innsatsøkinum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týdningarmikil partur av tilgongdini.

Hvør ert tú?
ert útbúgvin heisurøktari, sum ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið