Lýsing
Á Psykiatriska deplinum sóknast vit eftir tveimum heilsurøktarum, at arbeiða á okkara innleggingardeild. Byrjað verður á núverandi innleggingardeildini P40 og seinni flyta vit í nýggja deild í nýggja H-bygninginum.
Talan er um:
- Tvey tíðaravmarkað størv á brøki 0,8 til setan 1. februar 2025 - 31. januar 2026 ella eftir nærri avtalu.
Starvið er í skiftandi vaktum t.e dag-, kvøld- og náttarvaktum, og í løtuni verður arbeitt 2 . hvørt vikuskifti.
Á P40 taka vit ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.
Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásin í gerandisdegnum á deildini. Vit arbeiða málrættað við átakinum "Safewards", sum stuðlar undir einum góðum og tryggum arbejðsumhvørvi, ið bøtir um trygd og nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.
Eitt av innsatsøkinum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týdningarmikil partur av tilgongdini.
Sum heilsurøktari á P40 hevur tú ábyrgd av at halda egnu fakligu vitan dagførda, kenna leiðreglurnar á deildini og luttaka í menningararbeiði á deildini. Arbeiðsuppgávur hjá einum heilsurøktara á deildini, er t.d. grundleggjandi røkt, upplæring av heilsurøktarum, hava næmingar, miðla og menna heilsurøkt. Sum heilsurøktari luttekur tú í skipan av sjúklingagongdum, skjalfestir í Cosmic, vegleiðir sjúklingum og avvarðandi í heilsurfremjandi tiltøkum.