Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
13. februar 2026
Útgongur
27. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Søkt verður eftir heilsurøktara til fast starv á seingjadeildini til setan frá 15. mars 2026 ella skjótast til ber.

Arbeiðstíðin er á brot 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna í dag- og kvøldvaktum.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á seingjadeildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjarpláss. Sum heilsurøktari á seingjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit vænta at tú

  • setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • hevur hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kennir ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • hevur telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða

  • ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
  • arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
  • mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
  • skipaða innleiðslu.

Setanartreytir

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost lisbet@ssh.fo.

 

Umsóknarfreist

Hevur hetta tín áhuga, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi fríggjadagin 27. mars 2026.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið