Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
27. oktober 2023
Útgongur
10. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir heilsurøktara til fast starv á songjadeildini til setan 1. desember 2023 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin er 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna í dag- og kvøldvaktum.

Vit vænta, at umsøkjarar:

  • seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari
  • hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða:

  • ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
  • arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
  • mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
  • skipaða innleiðslu.

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara tlf. 34 33 00.

Umsókn við CV skal sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi 10. november 2023.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið