Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
30. juni 2025
Útgongur
21. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir heilsurøktara til tíðaravmarkað starv á songjadeildini í tíðarskeiðinum 01.09.2025 ella eftir nærri avtalu til og við 10.08.2026.

Arbeiðstíðin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna í dag- og kvøldvaktum.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum heilsurøktari á seingjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit vænta at tú

  • setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
    hevur hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
    hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
    kennir ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
    hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
    hevur telduførleika – vit nýta Cosmic

Vit bjóða

  • ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
    arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
    mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
    skipaða innleiðslu

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara á tlf. 34 33 00 ella teldupost lisbet@ssh.fo.

Umsókn við CV skal sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi mánadagin 21. juli 2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið