Roðin økistænastan
Útgivið
7. september 2023
Útgongur
20. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í Roðanum er málið at eldri borgarar í Runavíkar,- Nes – og Sjóvar kunmmunu skulu kunna liva og luttaka í samfelagnum og at tey skulu kunna vera sum longst í egnum heimi. Tí vilja vit stuðla undir, at tey varðveita, menna og endurvinna sín virkisførleika, soleiðis at tey eru so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt og samstundis varðveita sína heilsustøðu. Roðin vil vera partur í at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá aldrandi borgaranum.

Arbeiðið hjá heilsurøktaranum verður, saman við ergo- og fyrioterapeutum, at skipa fyri fyribyrgjandi venjingum í venjingarhølum, Bylgjuni og ítróttarhøllini á Skála - umframt venjingum á teimum báðum heimunum í Roðanum, Sjóvarlon og Vesturskin.

SØKT VERÐUR EFTIR:
Einum heilsurøktara í starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Setanin er 1. oktober 2023 ella eftir nærri avtalu.

TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMI IРHEVUR ÁBYRGD FYRI:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í tí sambandi at seta átøk í verk til eldri borgarar.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
  • At meta um og søkja um hjálpartól

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR:

  • Útbúgvin heilsurøktari
  • Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna
  • Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum

VIT KUNNU BJÓÐA:

  • Eitt jaligt, framtakshuga og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:
Verða sambært sáttmálan millum Fysioterapeutfelag Føroya og KAF/Fíggjarmálaráðið

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Katrin Petersen, deildarleiðara, á tlf. 793361 ella við telduposti til katrinp@rodin.fo.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda við telduposti til rodin@rodin.fo.

Umsóknarfreistin er 20. september 2023.

Líknandi størv

Leiðari til City Tórshavn   Faroe Islands nýtt
10. september 2024
Barrvørður til Bjórkovan   Faroe Islands nýtt
10. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið