Tórshavnar kommuna
Útgivið
18. juli 2025
Útgongur
5. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Brennur tú fyri eldraøkinum og øllum teimum møguleikum, ið fylgja við at starvast innan røkt? Ynskir tú skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran samstundis sum tú mennir teg fakliga, so er tað tær, vit leita eftir til Traðarlon á Boðanesheiminum.
Traðarlon er ein røktardeild við 24 búfólkum, ið hava tørv á hjálp í ymiskan mun. Deildin hevur góðar karmar við loftslyft, stórum kømrum og stórum baðirúmi til hvørt búrúm.

Á Traðarlon stremba vit eftir at skapa ein heimligan og tryggan gerandisdag. Vit síggja avvarðandi sum tilfeingi, og ynskja tætt samstarv við avvarðandi til gagns fyri búfólk, avvarðandi og starvsfólk.
Starvsfólkatrivnaður er umráðandi fyri okkum, og vit raðfesta, at arbeiðslívið ikki er ein forðing fyri, at familjulívið hongur saman. Á deildini er ein trivnaðarbólkur, sum regluliga skipar fyri sosialum tiltøkum uttan fyri arbeiðstíð.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið