Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
2. juli 2024
Útgongur
15. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir heilsurøktarum til eitt fast starv og eitt barsilsfarloyvisstarv á seingjadeildini.

Fasta starvið

Eitt fast starv við arbeiðstíð á 0,7 í dag- og kvøldvaktum til setan 1. september 2024.

Barsilsfarloyvisstarvið

Eitt barsilsfarloyvisstarv við arbeiðstíð á 0,6 í dag- og kvøldvaktum til setan í tíðarskeiðinum 1. september 2024 til og við 31. januar 2025.

 

Vit vænta at umsøkjarar

  • setatørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • havahug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • havagóð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kennaábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • havaprógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • havatelduførleika – vit nýta Cosmic.

 

Vit kunnu bjóða

  • einavbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
  • arbeiðssamarog dugnaligar starvsfelagar
  • mennandiuppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
  • skipaðainnleiðslu.

Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað.

 

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lailu Jespersen, varadeildarleiðara tlf. 34 33 00.

Umsóknarfreist

Umsókn við CV skal sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi 15.juli 2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið