Lýsing
Hevur tú áhuga í at arbeiða við yngri og miðaldrandi fólkum, sum hava skerdar førleikar orsakað av einum heilaskaða, so er eitt starv á Skálagarði júst nakað fyri teg.
Um stovnin
Skálagarður er ein nýggjur bú-, umlættingar- og endurmenningardepil fyri fólk úr øllum Føroyum við seinheilaskaða í aldrinum 18-67 ár. Hugtakið seinheilaskaði verður nýtt, tá ið heilaskaðin ikki er viðføddur, men er íkomin seinni í lívinum.
Á stovninum er pláss fyri 15 fólkum. 8 fólkum at vera fastbúgvandi, 4 fólkum til umlætting og 3 fólkum til fyribils bústað. Fyribils bústaðurin er til fólk sum eru til endurmenning sum framhald av endurmennandi viðgerð á sjúkrahúsi.
Gerandisdagar koma fysioterapeutar og ergoterapeutar inn á stovnin at venja búfólkini. Eitt venjingarhøli er á stovninum, sum verður brúkt dagliga bæði til viðlíkahaldsvenjing og endurvenjing. Onnur tilboð á deplinum eru gosbað, hitaklivi og eitt sansarúm, sum er í gerð. Kokkur og køksfólk starvast eisini á stovninum, somuleiðis reingerðarfólk