HEILSUTRYGD
Útgivið
20. oktober 2022
Útgongur
4. november 2022
Staður
Postsmoga 52, Klaksvíksvegur7, FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
beintal@kl.fo

Lýsing

(Gev gætur! Umsóknarfreistin er longd til 4. november)

Um starvið:
Talan er um fast starv (40 tímar um vikuna) at arbeiða í Eysturoynni og Norðoyggjum.
Starvið verður sett frá 1. desember 2022 ella eftir nærri avtalu.

Starvið fevnir um:

  • Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
  • Einstaklingaráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga- og tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti og í onkrum føri ovurviðkvæmi (allergi)
  • Einstaklingaráðgeving til børn, ið viga ov nógv, hava ovurviðkvæmi ella ikki trívast.
  • Ráðgeving í sambandi við fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
  • Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum og sjúklingabólkum, sum hava tørv á tí í sambandi við kostviðgerð
  • Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
  • Skráseta kostviðgerð og sjúkugongd Cosmic (talgildu heilsuskipanini)

Eitt av endamálunum við tænastuni er, at kostráðgeving verður veitt so nær borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum, og at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.

Førleikar og eginleikar:

Vit vænta, at tú...

  • hevur útbúgving og løggilding sum kliniskur dietistur
  • Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu
  • dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika
  • hevur evni at laga teg til broytingar
  • hevur koyrikort til persónbil

Vitbjóða:

  • Eitt fjølbroytt og mennandi starv
  • Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
  • Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmálanummillum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Starvið verður sett undir Heilsutrygd. Umsøkjarar mugu tola broytingar í setanarviðurskiftunum.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. november 2022 kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Beintu Mohr Leo, kliniskan dietist, beintal@kl.fo, tlf. 793031 ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd, pmh@heilsutrygd.fo, tlf. 794003.

Líknandi størv

11. november 2025
Starv í Plátufelagnum Tutl   Faroe Islands nýtt
11. november 2025
10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið