Lýsing
Um starvið:
Talan er um eitt fulltíðarstarv – 40 tímar um vikuna, men til ber eisini at arbeiða niðursetta tíð.
Arbeiðsøkið er fyrst og fremst norðurøkið (Runavík, Gøta og Klaksvík). Møguleiki er tó fyri at gera tillagingar, um tørvur er á hesum.
Starvið verður sett frá 1. juni ella skjótast gjørligt.
Starvið fevnir um:
- Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
- Einstaklingaráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, magaog tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti og í onkrum føri ovurviðkvæmi (allergi)
- Einstaklingaráðgeving til børn, sum viga ov nógv ella ikki trívast, og í onkrum børn, sum hava ovurviðkvæmi.
- Ráðgeving í sambandi við fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
- Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum og sjúklingabólkum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerð
- Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
- Skráseta kostviðgerð og sjúkugongd í Cosmic (talgildu heilsuskipanini)
Eitt av endamálunum við tænastuni er, at kostráðgeving verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.
Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum, og at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.
Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...
- hevur útbúgving og løggilding sum kliniskur dietistur
- Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu
- dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika
- hevur evni at laga teg til broytingar
- hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
- Eitt fjølbroytt og mennandi starv
- Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
- Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður sett undir Heilsutrygd. Umsøkjarar mugu tola broytingar í setanarviðurskiftunum.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.
Umsóknir skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. mars 2025.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Beintu Mohr Leo, kliniskan dietist, beintal@kl.fo, tlf. 793031 ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd pmh@heilsutrygd.fo, tlf. 614000. Eisini ber til at skriva til dietist@kl.fo við fyrispurningi