Útgivið
25. juli 2022
Útgongur
24. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið:

40 tímar fast starv í Suðurstreymoy, Sandoy og Vágum. Møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð.

Starvið verður sett frá 1. oktober 2022 ella eftir nærri avtalu.

 

Starvið fevnir um:

  • Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
  • Einstaklingaráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga- og tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti
  • Einstaklingaráðgeving til børn, ið viga ov nógv ella eru í ringum trivnaði
  • Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum og sjúklingabólkum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerðina
  • Ráðgeving í mun til fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
  • Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
  • Kostviðgerðin og sjúkugongdin verða skrásett í Cosmic (talgildu heilsuskipanini)

 

Endamálið við hesi tænastu er, at kostráðgevingin verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum. Dentur verður lagdur á at røkja heilsufakligu kostráðgevingina í Føroyum, og tí mugu tey, ið verða sett, vera fús at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.

 

Førleikakrøv:

  • Útbúgving og løggilding sum kliniskur dietistur
  • Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu
  • Dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika
  • Hevur evni at laga teg til tillagingar
  • Koyrikort til persónbil

 

Vit bjóða:

  • Eitt fjølbroytt og mennandi starv
  • Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
  • Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning

 

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður sett undir Heilsutrygd. Umsøkjarar mugu tola broytingar í setanarviðurskiftunum.


Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. august 2022 kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Beintu Mohr Leo, kliniskan dietist, beintal@kl.fo, tlf. 793031 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa, pmh@heilsutrygd.fo, tlf. 794003.

 

Líknandi størv

Bilførarar til IRF   Faroe Islands nýtt
27. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið