Heilsutrygd
Útgivið
28. juni 2024
Útgongur
18. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsutrygd lýsir hervið 2 kommunulæknastørv leys at søkja. Størvini verða sett 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og harvið skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann verða um niðursetta tíð eftir nærri avtalu.

Alt eftir ynski hjá umsøkjara, kunnu størvini setast sum føst ella tíðaravmarkaði størv, ella sum avloysarastørv, har Heilsutrygd m.a. hevur ábyrgd av viðtalustarvsfólkum.

Serlig skipan í Suðuroyar læknadømi
Í Suðuroyar læknadømi er serlig skipan, har læknar í føstum starvi fáa eitt hálvt grundgjald eyka omaná lønina.

Um størvini
Í Suðuroyar læknadømi eru umleið 4.560 borgarar. Fýra kommunulæknastørv eru í læknadøminum, og í tveimum av størvunum eru kommunulæknar í føstum starvi.

Størvini, sum verða lýst leys, eru í Læknamiðstøðini á Tvøroyri. Uml. 1.160 borgarar eru skrásettir at hoyra til aðra viðtaluna, meðan umleið 1.400 borgarar hoyra til hina viðtaluna.

Ein læknaskrivari er í starvi í aðrari viðtaluni, og ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein læknaskrivari eru í starvi í hinari.

Allir kommunulæknarnir í læknadøminum eru partur av Læknavaktini og skiftast at hava koyrivakt, t.v.s. at teir kunnu verða boðsendir av vakthavandi lækna á 1870 at fara á læknavitjan hjá sjúklingi, sum hevur ringt til Læknavaktina

Felagsviðtalur og niðursett tíð
Møguleiki er fyri, at fleiri læknar kunnu samstarva um at røkja eina viðtalu í felag. Samstarva fleiri læknar um at røkja eina viðtalu, ber til at hava lægri arbeiðstrýst/arbeiðsbyrðu, og læknarnir kunnu sjálvir skipa arbeiðið sínámillum, og harvið arbeiða niðursetta tíð. Hóskandi tal av læknum í slíkum samstarvi er 2-3 til hvørja viðtalu.

Um læknar røkja eina viðtalu í felag, fylgja ávís rættindi og ávísar skyldur við. Læknarnir verða settir í starv hjá Heilsutrygd sum aðrir læknar. Í høvuðsheitum kann roknast við, at t.d. grundgjald, basisgjald og skyldur í.s.v. vaktir verða býtt millum læknarnar. Læknarnir hava í felag ábyrgd fyri viðtaluni ella viðtalunum í samstarvinum. Tí hevur felagsskapurin vanliga ábyrgd fyri at røkja viðtaluna/-ar, um talan er um sjúku ella annað forfall.

Samstarv
Í Kommunulæknaskipanini og heilsuverkinum sum heild, er týdningarmikið við góðum samstarvi, og tey sum verða sett í starv, mugu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu saman við viðkomandi pørtum vera við til at menna heilsufakligar tænastur og heilsuøkið sum heild.

Læknar kunnu skipa seg soleiðis, at teir kunnu samstarva um viðtaluhøli og viðtalustarvsfólk.

Skipan
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða, krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin samstarvar við aðrar kommunulæknar og luttekur í vaktarskipanum (Læknavaktin og koyrivakt).

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya (Fíggjarmálaráðið/Heilsutrygd) og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Um søkt verður um at starvast í felagsviðtalu, eigur at verða greitt frá, hvørjir læknar eru í samstarvinum, hvør er ábyrgdarpersónur, og hvussu ætlanin er at skipa arbeiðið. Felagsviðtalan hevur somu skyldur sum aðrar viðtalur, og tí hevur tað stóran týdning, at læknarnir hava skipað innanhýsis viðurskiftini væl. Hetta kann gerast í samstarvsavtalu um t.d., hvussu arbeiðsbýtið skal vera, sjúku og forfall, og hvussu samstarvið kann enda.

Íblástur til slíka avtalu er at finna á: https://www.laeger.dk/foreninger/plo/drift-afpraksis/opstart-og-etablering/praksisformer/etablering-af-kompagniskab-i-almen-praksis/

Krøv
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

Umsóknarfreistin er hósdagin 18. juli 2024

Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara, tlf. +298 614000, pmh@heilsutrygd.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið