HEILSUTRYGD
Útgivið
3. november 2022
Útgongur
10. november 2022
Staður
Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík, Faroe Islands
T-post
heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Lýsing

Um størvini
Talan er um 4 størv sum starvsfólk í viðtalum har kommunulæknin ikki er í føstum starvi. Talan kann eisini vera um avloysarastarv í øðrum viðtalum, har tørvur er á tí.

Størvini eru:

  • 2 størv í Tórshavn, Læknahúsið í Gundadali, viðtala 3 (Suðurstreymoyar læknadømi), har setanarbrøkurin samanlagt er 1,4
  • 1 starv í Runavík, Heilsudepilin við Skálafjørðin, viðtala 3 (Skálafjarðar læknadømi), har setanarbrøkurin er umleið 0,6
  • 1 starv í Kollafirði, Læknaviðtalan í Kollafirði (Vestmanna læknadømi), har setanarbrøkurin er umleið 0,8

Førleikar og eginleikar

  • Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
  • Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
  • Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. november 2022 kl. 12.00.
Størvini verða sett frá 1. desember 2022 ella eftir nærri avtalu.

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614003.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið