
Lýsing
- 1-2 størv í Fuglafirði, Heilsumiðstøðin (Fuglafjarðar læknadømi). Størvini eru tíðaravmarkaði frá 1. juli 2024 til 31. juli 2025
- 1-2 størv á Strondum, Kommunulæknaviðtalan á Strondum, (Skálafjarðar læknadømi)
- Summarferiuavloysarar í ymsum viðtalum. Serliga í juli og fyrru helvt av august
Setanarbrøkurin er mettur til umleið 0,7-0,8. Við hvørt ber til at gera tillagingar, soleiðis starvsfólk kunnu setast við hægri ella lægri brøki, enn vit her lýsa.
- Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
- Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Tú ert fyrikomandi
- Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
- Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt
Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Tá talan er um setan í fast starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.
Umsóknir til fast starv ella tíðaravmarkað starv skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. juni 2024.