Útgivið
11. april 2025
Útgongur
30. april 2025
Staður
Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Lýsing

Um størvini

Talan er um størv sum viðtalustarvsfólk í viðtalum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi.

Størvini eru:

  • 1 starv á Tvøroyri sum sjúkrarøktarfrøðingur, Læknamiðstøðin á Tvøroyri (Suðuroyar læknadømi). Setanarbrøkurin er áleið 0,5.
  • Summarferiuavloysarar í ymsum viðtalum. Serliga í juli og fyrru helvt av august


At arbeiða sum summarferiuavloysari er ein góður møguleiki at menna tínar førleikar, fáa royndir og at finna út av, um eitt arbeiði í læknaviðtalu kundi verið tað rætta fyri teg.

Um tú hevur áhuga í at starvast í læknaviðtalu sum avloysari, vilja vit eisini fegin hoyra frá tær, tí Heilsutrygd hevur av og á brúk fyri avloysarum í viðtalum við stuttum skotbrái.

Førleikar og eginleikar

  • Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
  • Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
  • Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevurviðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Tá talan er um setan í fast starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-700 Klaksvík

Umsóknir til fasta starv skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 30 apríl2025.

Starvið verður sett frá 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Umsóknir til størv sum avloysari í summarferiu hava ikki umsóknarfreist og verða viðgjørdar so hvørt eftir 30. apríl.

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið