Heilsutrygd
Útgivið
20. maj 2024
Útgongur
5. juni 2024
Staður
Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Lýsing

Um størvini
Talan er um størv sum viðtalustarvsfólk í viðtalum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi. Størvini eru:
  • 1-2 størv í Fuglafirði, Heilsumiðstøðin (Fuglafjarðar læknadømi). Størvini eru tíðaravmarkaði frá 1. juli 2024 til 31. juli 2025
  • 1-2 størv á Strondum, Kommunulæknaviðtalan á Strondum, (Skálafjarðar læknadømi)
  • Summarferiuavloysarar í ymsum viðtalum. Serliga í juli og fyrru helvt av august

Setanarbrøkurin er mettur til umleið 0,7-0,8. Við hvørt ber til at gera tillagingar, soleiðis starvsfólk kunnu setast við hægri ella lægri brøki, enn vit her lýsa.

Um tú hevur áhuga í at starvast í læknaviðtalu aðrastaðni, vilja vit eisini fegin hoyra frá tær, tí Heilsutrygd hevur av og á brúk fyri avloysarum í viðtalum við stuttum skotbrái.
Førleikar og eginleikar
  • Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
  • Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
  • Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Tá talan er um setan í fast starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir til fast starv ella tíðaravmarkað starv skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. juni 2024.

Umsóknir til størv sum avloysari í summarferiu hava ikki umsóknarfreist og verða viðgjørdar so hvørt.
Størvini verða sett frá 1. juli 2024 ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið