Vesturvón
Útgivið
9. april 2025
Útgongur
27. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heimatænastan hjá Vesturvón sóknast eftir nýggjum starvsfelaga at røkja uppgávuna at veita tænastu til heimabúgvandi borgarar í Vágum.

Vesturvón er eldrasamstarvið millum Sørvágs- og Vága kommunu.

Aðalmálið hjá Vesturvón er, at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru, og at tryggja at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Fyri at røkka hesum, verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi.

Saman vilja vit tryggja, at borgarar fáa eina heildartænastu, ið tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Søkt verður eftir:
Heilsuhjálpara til tíðaravmarkað starv á starvsbrøki 1,0 í tíðarskeiðnum 1 juni. 2025 – 30. septembur 2026. Møguleiki er fyri lægri brøki.

Ynskiligt er at tú hevur útbúgving sum heilsuhjálpari.

 Vit vænta at tú:

  •        Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum og hug til at arbeiða innan eldrarøkt
  •        Kann, dugur og hevur hug til at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  •        Kann seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  •        Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgarar og avvarðandi

Vit bjóða tær:

  •        Eitt gott og spennandi arbeiðsplásss við eldhugaðum starvsfólkum
  •        Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  •        Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  •        Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita við at venda sær til Bjartu Arge, deildarleiðara á tlf. 665740

Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF.

Umsóknir:
Umsókn við prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til vesturvon@vesturvon.fo og viðmerkjast “Røktarstarvsfólk til heimatænastuna”

Umsóknarfreistin er 27. apríl 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið