Roðin økistænastan
Útgivið
8. august 2023
Útgongur
21. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fyri 2 starvsfólk, sum eftir trúgva og drúgva tænastu fara frá við pensjón og til víðari lesnað, søkir Heimatænastan í Roðanum eftir tveimum heilsuhjálparum til heimahjálparabólkin á Skála.

Talan er um tvey størv í starvsbrøki 0,65 svarandi til 25 tímar um vikuna. Vit eru tó opin fyri at gera tillagingar í størvunum, um ynski er um tað.

Sum útgangsstøði er talan um størv, har arbeitt verður 7/7 (arbeiða 7 dagar og frí 7 dagar), har tað yvir eitt skeið á 6 vikur, verður arbeitt tvey skeið í dagvakt og eitt skeið í kvøldvakt. Størvini eru til setan frá 1. oktober 2023.

Heimahjálp verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari og praktiskari hjálp, umsorgan, røkt og stuðli við endamálið at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnaði borgarans. Málið er at viðlíkahalda førleikar og endurmenna mistan førleika, - og soleiðis stimbra møguleika hins einstaka at klára seg í egnum heimi.

Førleikar

  • Útbúgving sum heilsuhjálpari
  • Áhuga at veita eldri borgarum hjálp og røkt
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða sjálvstøðugt í tvørfakligum toymi í menning
  • Jaligan hugburð
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • Koyrikort

Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, er tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur

Vit bjóða tær

  • Góða upplæring
  • Spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastum
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelag Føroya

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 478304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heimahjálp til heimatænastuna”

Umsóknarfreistin er 21.august.2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið