Lýsing
Trívist tú í einum toymi saman við øðrum dugnaligum røktarstarvsfólkum, so er hetta starvi júst tað rætta til tín.
Vit leita eftir nýggjum starvsfeløgum, sum saman við okkum vilja tryggja, at borgarar fáa eina heildartænastu. Eina heildartænastu, ið tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Er tú eldhugað/ur og samstarvsinnað/ur sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað møguliga júst tú, sum verður okkara komandi starvsfelagi.
Vesturvón er eldrasamstarvið millum Sørvágs- og Vága kommunu.
Aðalmálið hjá Vesturvón er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru, og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.
Søkt verður eftir:
Heimasjúkrarøktarfrøðingum til fast starv.
Vit leita eftir tveimum nýggjum heimasjúkrarøktarfrøðingum til fast starv á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.
Førleikakrøv
Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
- Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
- Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
- Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
- Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
- Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
Vit bjóða tær:
- Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
- Góða innleiðslu
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um støvini við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 665710 og teldupost jongerd@vesturvon.fo
Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknarfreistin er 26. januar 2026