Lýsing
So er hetta møguliga nakað fyri teg.
Danske Taler setur nú ferð á Føroyskar Røður, ið er ein nýggjur pallur, har føroyskar røður verða
savnaðar og varðveittar.
Vit leita eftir tær, sum dámar væl orð og kanst hjálpa okkum at fáa verkætlanina av bakkastokki.
Starvið
Tú verður okkara føroyska rødd og fert at:
- finna og savna føroyskar røður – bæði søguligar og dagsaktuellar
- tosa við áhugapartar og keldur á føroyskum
- byggja upp nýggja talugrunnin saman við okkum
- halda skil á fundum, freistum og smærri verkætlanum
- hjálpa til við tiltøkum og átøkum hjá Danske Taler
Tú
Vit leita eftir einum lesandi, sum:
- dugir væl at skriva og tosa føroyskt
- dugir væl at samskifta á donskum
- er forvitin, skipað/ur og ikki bangin fyri at fara út og tosa við fólk
- hevur minst tvey ár eftir av útbúgvingini
- hevur áhuga fyri mentan, máli og søgu
Vit bjóða
- Umleið 10 tímar um vikuna
- Nógvan fleksibilitet – serliga undir próvtøkum
- Eitt lítið og hugnaligt arbeiðspláss á Frederiksberg
- Møguleikan at seta tín dám á eina nýggja føroyska verkætlan
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
Send umsóknina og CV til redaktion@dansketaler.dk. Umsókn og CV kunnu vera á føroyskum ella donskum. Samrøðurnar fara fram á donskum og verða hildnar leypandi. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á cpa@dansketaler.dk ella 51944237.