Lýsing
Hevur tú áræði og dámar tær fjølbroyttar uppgávur? Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi? So hevur tú møguleikan nú, tí vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á skurðdeildini frá 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv við tilkallivakt eftir galdandi reglum.
Um okkum
Vit eru eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús og taka imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Á skurðdeildini eru skurðstovur, skurðambulatorium, skaðastova, viðrakning og røntgen, umframt hølir til onnur endamál. Vit fremja umleið 400 skurðviðgerðir árliga innan sergreinarnar urologi, nýrasteinsknúsing við lasara, almen kirurgi, gastroskopi og coloskopi, ortopædkirurgi og plastikkirurgi.
Dagliga starvast yvirlæknar, skurðsjúkrarøktarfrøðingar, narkosusjúkrarøktarfrøðingar, radiografar og reingerðarfólk á skurðdeildini.
Vit leggja stóran dent á tvørfakligt samstarv og ynskja, at starvsfólkini eru við til at menna hetta og viðvirka til jaligan hugburð á deildini. Vit hava eina jaliga tilgongd til arbeiðið, og hetta vænta vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.
Vit ynskja, at tú
• setur tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• hevur vilja til fakliga menning og avbjóðingar
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og skjótt skapa yvirlit
• kennir ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
• hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• hevur góðan telduførleika – vit nýta Cosmic.
Vit bjóða
• eitt áhugavert og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
• eitt spennandi og avbjóðandi starv
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• tvørfakligt samstarv
• skipaða innleiðslu og upplæring á deildini.
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Kundi tú hugsað tær at frætt meira um starvið?
So ert tú vælkomin at venda tær til Agnete Vestergaard, deildarleiðara á skurðdeildini tlf. 34 33 00 ella teldupost agnete@ssh.fo.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
So gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi ónsdagin 13. november 2024.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Tú kanst lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her.