Lýsing
Vit leita eftir tveimum nýggjum starvsfólkum, sum hava lætt við at selja og at veita eina góða kundatænastu. Hevur tú áhuga fyri móta, og dugir tú at skapa ein hugnaligan og innbjóðandi handil? So kanst tú vera júst tann, vit leita eftir!
Um starvið:
Arbeiðstíð: 20-30 tímar um vikuna. Arbeitt verður skiftandi tíðir og annanhvønn leygardag.
Uppgávur:
- Søla og kundarøkt
- Tryggja, at handilin er ruddiligur og snøggur
- Røkja sosialar miðlar og nethandilin
- Halda live-sølur (ikki eitt krav)
Vit ynskja, at tú:
- Ert fyrikomandi og vinarlig
- Hevur eitt gott eyga fyri móta
- Ert dugnalig at samskifta og trívist við kundum
- Ert kreativ og torir at vera frammanfyri myndatólinum
Hvat bjóða vit?
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú fært møguleika at seta tín dám á handilin og sosialar miðlar.
Hvussu søkir tú?
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, send so eina umsøkn til touche@touche.fo. Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Meira fæst at vita við at ringja til Sunrið Olsen tel 218398
Vit gleða okkum at hoyra frá tær