Lýsing
Vit leita eftir júst tí rætta terapeutinum, sum ynskir at standa á odda fyri terapi og dagtilboðnum hjá Vesturvón
Vesturvón hevur tørv á einum deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og árræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágum.
Vit bjóða eitt spennandi farloyvisstarv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við sera dugnaligum starvsfólkum.
Sum deildarleiðari kemur tú í eitt leiðslunetverk saman við 4 øðrum ágrýtnum leiðarum, umframt at tú kemur at samstarva við nógvar ymiskar fakbólkar.
Vit bjóða tær eitt farloyvisstarv sum deildarleiðari á starvsbrøk 1,0 í tíðarskeiðnum frá 1. juni 2025 – 31.mai 2026 ella eftir nærri avtalu.
Um starvið
Starvið fevnir um tvey høvuðsøki:
- Terapeuttoymi har tað starvast 1 hjálparfólk, 1 ergoterapeutur og 2 fysioterapeutar.
- Dagtilboð í Ivanshús har tað starvast heilsurøktari, heilsuhjálpari og hjálparfólk.
Tú kemur at hava fakliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga ábyrgd, og megnar at samantvinna starvsfelagar og tænastur.
Vit vænta okkum
Ein deildarleiðara, sum tryggjar, at fakliga støðið hjá Vesturvón er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini, eitt nú við at menna og skipa tænasturnar vit veita.
Ein deildarleiðara, sum megnar at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, eins og tvørfakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi fyri starvsfólkini.
Ein deildarleiðara við áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, sum setir dám á tænasturnar hjá Vesturvón.
Førleikakrøv
Prógv og autorisatión sum ergoterapeutur ella fysioterapeutur.
Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.
Setanar- og lønarviðurskifti
Deildarleiðarnir vísa til stjóran hjá Vesturvón.
Starvið er full tíð og er starvsstaðurin á Heiminum á Sýnuni í Miðvági.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Fysioterapeutfelag Føroya ella Ergoterapeutfelagið.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til: vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 18. mai 2025.
Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at ringja til Ingunn Hansen, deildaraleiðara á tlf. 665760 ella til stjóran Jóngerð M. Nielsen á tlf. 665710.