Føroya Tele
Útgivið
6. maj 2023
Útgongur
8. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir vinnuráðgeva at hava ábyrgd av vinnukundum í Norðoyggjum og seta teir í fremstu røð.

Á vinnudeildini starvast seks ráðgevar og tveir teknikarar. Kundarøkt er lyklaorðið á deildini, tí deildin leggur stóran dent á skjóta og góða kundatænastu. Sum vinnuráðgevi skalt tú vera forvitin og hava tev fyri røttum loysnum til hvønn einstaka vinnukunda.

Vit hava vinnukundar í øllum landinum, men tú skalt fyrst og fremst hava ábyrgd av vinnukundum í Norðoyggjum. Starvsstaður er í Klaksvík og partvís í Hoyvík, og tískil er rúm fyri kundavitjanum og møguleikanum at knýta og styrkja bond við vinnukundar.

Sum vinnuráðgevi skalt tú selja vørur og tænastur og duga at lýsa tørvin hjá kundum, so tú kanst seta saman røttu loysnina. Tað merkir, at tú skalt tora at taka ábyrgd, vera ágrýtin og hava evni at leggja lunnar undir gott samskifti.

Samband er bulurin í øllum, vit gera, og tørvurin á sambandi hevur ongantíð verið størri. Talgildi heimurin broytist nærum dag frá degi, og alsamt fleiri tól vera knýtt at netinum, og alsamt fleiri tænastur flyta út á netið.

Tískil er umráðandi, at tú hevur áhuga fyri nýggjari tøkni og nýggjum skipanum, og at tú hevur áræði at umseta hetta til ítøkiligar kundatørvir. Tað kann vera alt frá loysnum við fartelefoni, vekslaraskipanum og IoT-tænastum, sum vinda upp á seg.

Vinnudeildin er bindiliðið millum Føroya Tele og vinnuna og byggir í stóran mun á samstarv og vitanardeiling. Vit taka sum givið, at tú virðismetir gott samstarv og samskifti við starvsfelagar á vinnudeildini og tvørturum aðrar deildir. Hetta kemur at mynda títt arbeiði.

Tað er fyrimunur, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir og/ella útbúgving.

Starvsstaður er sum sagt í Klaksvík og partvís í Hoyvík, og setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála. Um hetta ljóðar sum starv fyri teg, gleða vit okkum at fáa umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 7. mai 2023.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Søk starvið her.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Rúna Nolsøe, deildarleiðara, á tel. 243372 og t-post rno@ft.fo. Tú kanst eisini ringja ella skriva til Sonny Joensen, HR-ráðgeva, á tel. 243009 og t-post sfd@ft.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið