Lýsing
Skansi Offshore leitar eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum kokki at avloysa ein túr í tíðarskeiðnum frá 16 juli til 20 august.
Um starvið:
Starvið sum kokkur fevnir um matgerð, reingerð av køkshølum og proviantering v.m
Vit vænta:
- At tú ert fyrikomandi og smílandi
- Dugur at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- Hevur gott reinføri
Førleikakrøv:
- Vinnubræv sum skipskokkur
- Trygdarskeið
- Heilsuváttan
- Royndir sum skipskokkur er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Setanartreytir:
Setanin er sambært galdandi sáttmála millum reiðarafelagið fyri handilsskip og Sjómannadeild FF’s.
Tíðaravmarkað frá 16 juli til 20 august, við møguleika fyri at gerast fastur avloysari.
Tú arbeiðir 1:1, hetta merkir at tú verður løntur 5 vikur umborð og 5 vikur heima.
Hevur hetta tín áhuga?
Send okkum eina umsókn við CV og prógvum til jobs@skansi.fo
Spurningar kunnu setast Elin Sigvardsen, manningarleiðara á tlf. 614902 ella á Elin@skansi.fo
Um Skansi Offshore
Skansi Offshore varð stovnað í 2006 og hava vit nógvar royndir innan offshore- bæði í Norðsjónum og úti í heimi.
Vit eiga og reka fimm PSV’arir. – Platform Supply Vessels. Hesi skipini eru serliga útgjørd til at kunna veita tænastur til boripallar og annað virksemi í oljuvinnuni.