Klaksvíkar Kommuna Lagt út: 13.06.23
Útgivið
15. juni 2023
Útgongur
2. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu árini verið í stórari menning, og fólkatalið er hitt hægsta nakrantíð. Nógvar stórar og spennandi verkætlanir gera Klaksvíkar kommunu til eitt fjølbroytt og læruríkt umhvørvi at arbeiða og læra í.

Hevur tú hug at taka lut í hesi menning, so hevur tú nú møguleika at læra til maskinsmið í Klaksvíkar kommuna við byrjan 1. august 2023, ella eftir nærri avtalu.

Í Smiðjuni kemur tú, saman við einum toymi av 3 starvsfólkum, at taka tær av øllum tekniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, gravimaskinum, skeltum og øðrum, sum hoyrir til tekniska økið.

Krøv til okkara komandi lærling:

  • At tú hevur fráfaringarroynd fólkaskúlans
  • At tú ert ágrýtin og røkin
  • At tú hevur áhugað fyri handaligum arbeiði
  • At tú ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir
  • At tú ert klár/ur at veita eina hjálpandi hond

Setanarviðurskifti
Arbeiðsvikan á 40 tímar er ímillum 8.00 og 16.00 og skúlagongdin er í Føroyum.
Útbúgvingartíðin er 4 ár. Til ber at søkja skúlan, um frítøku fyri almennu lærugreinarnar. Lønar- og arbeiðsviðurskifti eru eftir sáttmála millum Handverkarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag.

Nærri upplýsingar um læruplássi kunnu fáast við at ringja til Jan Harris Askham, leiðara, á tel. 225158

Umsóknir
Umsókn við prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 2. juli 2023.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Lærlingur til Smiðjuna

Tú finnur nærri kunning um sjálvan skúlan og útbúgvingina á www.yrkisdepilin.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið