Fiskastykkið
Útgivið
8. juni 2022
Útgongur
8. juli 2022
Staður
Úti á bakka 12 360 Sandavágur, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit á Fiskastykkinum leita eftir einum kokki! '

UM ARBEIÐIÐ
Stóri áhugin fyri Fiskastykkinum bara økist. Tískil søkja vit nú eftir kokki til at hava ábyrgdina av dagligu gongdini í køkinum og matúrvalinum á Fiskastykkinum. Seinni í ár víðka vit um virksemi við einum bygningi afturat, sum kemur at hýsa fundar- og veitslutiltøkum. Setti kokkurin fer eisini at hava ábyrgdina av menningini og upplatingini av tí konseptinum.

UM FISKASTYKKIÐ
Fiskastykkið opnaði í 2019, og hevur síðani havt kafévirksemi. Bygningurin er frá 1912, og húsaði tá saltfiskaframleiðslu. Søgan er sera umráðandi fyri okkum, og vit ganga høgt uppí at varðveita so nógv sum gjørligt frá tí tíðini. Maturin tekur støði í einari nútíðartulking av søguliga upprunanum við føroyskum fiski sum grundrávøru, og einum dreymi um at nýta so nógvar lokalar rávørur sum møguligt. Tað er umráðandi fyri okkum at allir rættir eru heimagjørdir, og at kvaliteturin er í topp. Á Fiskastykkinum eru arbeiðsdagarnir mennandi og stuttligir, og vit leggja stóran dent á, at vit øll trívast. Harafturat vit ynskja eisini altíð at geva okkara gestum eina framúr tænastu.

VIT SØKNAST EFTIR
Tað er sera umráðandi fyri okkum, at tú ert jalig/ur og lætt/ur av lyndi. Tær dámar væl at arbeiða við fólki, og hevur hug til at geva títt íkast til, at Fiskastykkið skal halda áfram at mennast.

Arbeiðstíðin er fulla tíð, og arbeitt verður skiftandi tíðir millum kl. 9:00-18:30. Umframt hetta kemur arbeiði eisini at vera um kvøldið, tá tiltøk eru. Í summarhálvuni verður eisini arbeitt 2. ella 3.hvørt vikuskifti.

Løn og treytir eftir avtalu og starvsbyrjan er sum skjótast.

Hevur tú hug av gerast ein partur av Fiskastykkinum? So send okkum tína umsókn á fiskastykkid@fiskastykkid.fo

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jónleyg, leiðara á tlf. 260305 ella við at skriva til okkara á fiskastykkid@fiskastykkid.fo

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið