Akstovan
Útgivið
6. januar 2026
Útgongur
18. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir einum sýnsfólki til Akstovuna. Hevur tú hug at arbeiða við akførum og ynskir at tryggja, at tey eru trygg og lóglig á vegunum, vilja vit fegin hoyra frá tær. Talan er um eitt fast starv, ið er skipað sum eitt fulltíðarstarv.

Uppgávan
Uppgávan snýr seg um regluligt eftirlit við akførum og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlitsstøð stovnsins, sum verða røkt út frá høvuðsdeildini í Tórshavn. Frammanundan eru 6 sýnsfólk í starvi á deildini.

Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein persón við bilmekanikaraútbúgving og hollum royndum á økinum. Dentur

verður lagdur á góð samstarvsevnir og at viðkomandi er fyrikomandi, men kortini kann fremja

sýnsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum stórvognsmekanikar, hevur teldukunnleika og koyrikort til lastbil/buss og stóran viðfestivogn.

Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvssetanin hoyrir undir Fíggjarmálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.

Upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Andrass Hammershaimb, deildarleiðara, á tlf. 35 04 12.

Umsóknir
Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu sendast sum teldupostur til: akstovan@akstovan.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. januar 2026.

Starvið verður sett 1. februar 2026 ella eftir nærri avtalu.

Líknandi størv

Stýrimaður til Bakkabrúgv   Faroe Islands nýtt
6. januar 2026
Starvsfólk til búfyriskipan í Havn   Faroe Islands nýtt
6. januar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið