Lýsing
Talan er um eitt spennandi starv, har arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar og dagarnir ólíkir.
Hevur tú sans fyri tøkni og ert klár/ur at seta ferð á gerandisdagin?
Trygdartøkni leitar eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið hevur áhuga fyri vakmyndatólum, alarmskipanum, snildum lásaskipanum og mongum øðrum.
Starvið er bæði sjálvstøðugt og fjølbroytt, har hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar og spennandi uppgávur kring alt landið.
Tú fært:
- Ein gerandisdag við nógvum frælsi og nógvari ábyrgd
- Góða upplæring og møguleika fyri fakligari menning
- Eitt gott arbeiðstoymi og arbeiðsstað mitt í Havn
- Eitt starv, ið mennir seg við tær
Vit vænta bert at tú:
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur teldukunnleika
- Tað er ein fyrimunur um tú ert útbúgvin elektrikari, men ikki ein treyt
- Hevur koyrikort til persónbil
- Ert nærløgd/nærlagdur og fyrikomandi
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meir?
Set teg í samband við Jógvan Høgnesen á 550055 ella tt@tt.fo
Freistin at søkja starvið er 8. august.
Kom við í toymið hjá okkum!