Lýsing
Vilt tú vera við til áhaldandi at dagføra, menna og stýra góðsku og góðskuskipanina á góðskingarvirkinum í Sørvági?
Vit leita eftir einum dugnaligum og framfýsnum starvsfólki til góðskudeild okkara á góðskingarvirkinum. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfólkum á góðsludeildini og øðrum á virkinum. Á góðskudeilini eru 5 fólk.
Arbeiðsuppgávur
- Dagliga góðskuarbeiði á virkinum
- Menna vørugóðskuna
- Íverksetan av elektroniskari góðskuskipan
- Dagføring av góðskuskipanini
- Menna góðskuskipanina í mun til tørvin í felagnum og til sertifiseringar eftir altjóða standardum
- Aðrar uppgávur
Førleikakrøv
- Hevur kandidat, BS ella tekniska útbúgving innan matvørur ella aðra viðkomandi náttúruvísindarliga útbúgving
- Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
- Ert væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur
- Hevur góðar telduførleikar
Løn og setunarviðurskiftir
Talan er um fast starv. Løn og setunarviðurskiftir verða sambært avtalu við arbeiðsgevara. Starvið er ætlað at seta sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lailu Jacobsen, góðskuleiðara, tel +298 288985 ella teldupost til laila.jacobsen@hiddenfjord.com.
Umsóknarfreist er fríggjadagin 14. oktober 2022.
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hiddenfjord.com.
Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein familjufyritøka, sum hevur stórt virksemi í Føroyum. Smolt verða ald á smoltstøðini á Fútakletti og laksurin settur út á Sørvágsfjørð, á Miðvág, í Vestmanna og á Hestfjørð. Allur laksurin verður kruvdur og góðskaður á góðskingarvirkinum í Sørvági og seldur um allan heim. Tilsamans arbeiða um 220 fólk hjá Hiddenfjord.