Útgivið
5. august 2022
Útgongur
4. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sum alari hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í einum umhvørvi merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvuðsuppgávu at røkja aliøkið, men eisini at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord.

Sum alari vísir tú til aliformannin á staðnum. Førleiki innan sjómansskap er ein fyrimunur.  

Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:

  • at røkta fisk til frama fyri góða fiskavælferð
  • at gera fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum, ringum og annað
  • at gera viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini

Vit vænta at tú hevur

  • áhugað fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi
  • góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur

Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir

og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið frá Jafet G. Midjord, aliformanni á telefon 225 138.

Umsóknarfreistin er 16. august 2022. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skulu sendast til starv@hiddenfjord.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið