Lýsing
Alari til Hiddenfjord
Sum alari hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í einum umhvørvi, merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, sum hevur sum høvuðsuppgávu at røkja aliøkið, men eisini at vera við í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord. Sum alari vísir tú til aliformannin á staðnum.
Handverkslig útbúgving ella royndir við sjómansskapi eru fyrimunir.
Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:
- at røkta fisk til frama fyri góða fiskavælferð
- at gera fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum, ringum og øðrum
- at gera viðlíkahaldsuppgávur bæði á alibrúkinum og á landstøðini
Vit vænta, at tú hevur
- áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi
- góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur
Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men við hvørt eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert smidligur hesum viðvíkjandi.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.
Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær Hans Olsen, rakstrarleiðara, á telefon 230 415.
Umsóknarfreistin er 30. mars 2026.
Umsókn skal sendast til starv@hiddenfjord.com.