HIDDENFJORD
Útgivið
30. november 2022
Útgongur
13. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sum alari hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í einum umhvørvi merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvðusuppgávu at røkja alibrúkið í Vestmanna. Harumframt luttekur tú í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord, serliga nýggja aliøkinum í Bug.

Sum alari vísir tú til aliformannin á staðnum.

Vit stuðla tær í at førleikamenna teg við trukkskeiði og kranaskeiði, og øðrum viðkomandi skeiðum, um tú hevur áhuga í tí.

Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:

  • at røkta fisk til frama fyri góða fiskavælferð
  • at gera fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum, ringum og annað
  • at gera viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini

Vit vænta, at tú hevur

  • áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi
  • góð evni at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur

Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir

og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Umsókn
Meiri fæst at vita við at venda sær til Hans Herlon Hansen, aliformann, á telefon 213 238.

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skulu sendast til starv@hiddenfjord.com. Umsóknarfreistin er 13. desember 2022.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið