Hiddenfjord
Útgivið
17. februar 2025
Útgongur
3. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sum forfólk hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í einum umhvørvi merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Tú verður leiðari av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvðusuppgávu at røkja aliøkið á Velbastað, men eisini at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord. Sum forfólk vísir tú til rakstrarleiðaran.

Handverkslig útbúgving, royndir frá aling ella royndir við sjómansskapi eru ein fyrimunur.

Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:

  • ábyrgd av at samskipa tann dagliga raksturin av alibrúkinum
  • fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við ringum, nótum, taka móti smolti, røkt av laksi og rognkelsum, flyta laks til tøku og annað
  • at gera viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
  • samskipa djóralæknavitjanir, eftirlitsvitjanir, lúsateljingar vm.
  • upplæring og førleikamenning av alarum
  • viðlíkahald av bátum, flakum vm. saman við tekniska toyminum

Vit vænta, at tú hevur

  • áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi
  • góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur
  • góðan røkiskap
  • góðar samstarvs- og samskiftis eginleikar

Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir
og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert smidlig/ur hesum viðvíkjandi.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Olsen, rakstrarleiðara, á telefon 230415 ella við telduposti á hans.olsen@hiddenfjord.com. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com. Umsóknarfreistin er 3. mars 2025

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið