Lýsing
Vit søkja eftir einum tænastusinnaðum og sjálvstøðugum hitatænastufólki.
Er tú tænastusinnað/ur og ágrýtin, sum trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og hava ein spennandi arbeiðsdag og hava góðar starvsfelagar? So er hetta møguliga títt komandi starv!
Starvið
Hitatænastan hjá Effo veitir góða og skjóta tænastu til okkara kundar 365 dagar um árið. Sum hitatænastufólk verður tú partur av einum framfýsnari fyritøku, sum er á spennandi menningarferð, serliga innan fyri varandi orku og grønar loysir. Tú fært møguleikan at arbeiða við spennandi uppgávum og tryggja, at kundar okkara fáa tænastu á hægsta stigi.
Til dagligt verður arbeiðsstaðurin í Eysturoynni og Norðoyggjum.
Arbeiðið inniber m.a.
- Viðlíkahald og eftirlit av hitaskipanum – oljufýr og hitapumpur
- Samskifti við kundar og tryggja góða tænastu
- Avgreiða umbønir og tryggja, at øll arbeiði eru væl framd
Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan
Um teg
Vit leita eftir tær, sum hevur
- Góð handalig evni og helst eina handverkaraútbúgving (t.d. elektrikari, rørsmiður, maskinsmiður ella líknandi)
- Koyrikort – bólkur B er ein treyt
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og skipa egnan arbeiðsdag
- Dámar at arbeiða einsamøll/einsamallur, men eisini sum partur av einum toymi
- Røkin og neyv/-ur og tryggjar, at alt er í ordan, áðrenn ein fer frá kundanum
- Góð samskiftisevni og evni at umgangast ymiskar kundar
- Tagnarskyldu – vit virðismeta kundatrygd
- Evni at arbeiða undir skiftandi umstøðum og til tíðir trýstum umhvørvi
- Sjálvdisiplin og trívist í rutinuarbeiði
Vit bjóða
Tú fært eitt spennandi starv við møguleika fyri fakligari menning. Tað er eitt toymisvinarligt og dynamiskt arbeiðsumhvørvi. Harumframt fært tú góð starvsfólkaviðurskiftir og kappingarførar setanar- og lønartreytir, og fasta løn umframt yvirtíð eftir vaktarskipan.
Umsókn
Ert tú klár/ur at gerast partur av Effo? Send tína umsókn við øllum viðkomandi tilfari á formularinum niðanfyri ella sum teldupost til hr@effo.fo í seinasta lagi 10 apríl 2025.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heina Ellingsgaard, leiðara fyri varandi orku, á 77 88 88 ella hel@effo.fo.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Effo
Effo er eitt føroyskt orkufelag, sum veitir orku til alt samfelagið. Við 200 dugnaligum starvsfólkum veita vit vørur og tænastur til kundar kring allar oyggjarnar. Okkara vindmyllulundir í Vestmanna og á Gellingarkletti veita orku til túsundavís av føroyingum. Harumframt eru 10 Effo støðir støðir kring landið, harav Effo rekur 7, har kundar kunnu keypa gerandisvørur, skundverðir og brennievni.