Útgivið
4. juli 2022
Útgongur
3. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir hjálparfólki til Ergo- og fysioterapideildina. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,75 (mánadag til fríggjadag 08.00 til 14.00) at byrja 01.08.2022 ella eftir avtalu.

Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 22 starvsfólkum, 5 ergoterapeutum, 15 fysioterapeutum, einum audiologopedi og einum hjálparfólki, sum veita serkøna endurvenjing á Landssjúkrahúsinum. Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.

Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar - medisin, psykiatri, kirurgi og intensiv. Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er ergo- og fysioterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum.

Deildin skal eftir ætlan flyta í nýtt spennandi umhvørvi í H-bygninginum um árskiftið.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Hjálpa til at gera gerandisdagin smidligan
  • Móttøkufólk á deildini m.a. ansa telefonini
  • Verða um sjúklingarnar, sum koma á deildina
  • Hjálpa terapeutunum við sjúklingum, t.d. gonguvenjingar
  • Geva paraffinviðgerð
  • Skriva nýggjar og dagføra mannagongdir í KT-skipan
  • Halda deildina ruddiliga
  • Starvið hóskar seg væl til fólk, ið ætla sær at læra innan heilsufak, at vita um sjúkrahús er nakað fyri seg

Vit vænta

  • Góðan hugburð og tvørfakligar samstarvsførleikar
  • Góðan telduførleika. Sjúkrahúsverkið nýtir talgildan sjúklingajournal, og tí skalt tú hava góðar telduførleikar
  • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
  • At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymiskum uppgávum
  • At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga

 

Vit kunnu bjóða

  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Innleiðslu og upplæring
  • Innanhýsis frálæru og førleikamenning
  • Eitt av landsins størstu og mest avbjóðandi arbeiðsplássum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag/ella avvarðandi fakfelag  og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 15.07.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið