Rúsdrekkasøla Landsins
Útgivið
1. september 2025
Útgongur
14. september 2025
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Til handil okkara við Norðskála søkja vit eftir tveimum dugnaligum og arbeiðssomum hjálparfólkum at arbeiða leygardagar og annars eftir tørvi.

Arbeiðið fevnir um dagligar uppgávur í handlinum, so sum at avgreiða kundar, fylla vøru upp, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur.

Tú skal vera fylt/ur 18 ár fyri at søkja.

Vit ynskja at tú:

  • Ert nærløgd/lagdur
  • Ert fyrikomandi, vinsæl/ur og hevur eitt jaligt sinnalag
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi

Vit kunnu bjóða tær:

  • At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning
  • Upplæring í vørum og skipanum okkara

Arbeiðstíð- og stað
Er í handlinum við Norðskála. Arbeiðstíðin er fyri tað mesta leygardagar. Eisini er neyðugt, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira upp undir høgtíðir, til størri tiltøk og í skiftandi vaktum í ferium.

Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Starvið er tímalønt.

Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn, saman CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@rusan.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 14. september 2025.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sanvør Hansen á 290417 ella Áka Johannesen Dahl á 290410.

 

Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Løgmálaráðnum, ið hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka.

Rúsdrekkasøla Landsins skal útvega viðskiftafólkum sínum góðskuvørur, skapa fortreytir fyri einum vælvirkandi søluneti kring landið og samstundis virka fyri at røkka rúsdrekkapolitisku málunum, ið sett verða.

Rúsdrekkasøla Landsins hevur 8 handlar kring landið, umframt eina høvuðsgoymslu og eina høvuðsskrivstovu.

Dagliga starvast meira enn 50 fólk hjá Rúsdrekkasølu Landsins

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið