Landssjúkrahúsið
Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir hjálparfólki at byrja 01.10.2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á starvsbrøki 0.7.
Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við læknaskrivarar á deplinum, og tínar arbeiðsuppgávur verða m.a.:
- Sita í móttøkuni á G3
- Telefonavgreiðsla
- Móttøka av teldupostum
- Handfaring av skjølum
- Annað fyrifallandi arbeiði