SP/F OMANÁ
Útgivið
9. november 2022
Útgongur
21. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú spildurnýggja kondittaríið er latið upp, og undirtøkan hevur verið fantastisk, hava vit tørv á fleiri hondum í kreativa, søta køkinum hjá okkum. Vit leita eftir einum hjálparfólki til toymið, ið framleiður ís og køkur. Tú kemur at luttaka í dagligu framleiðsluni og ert við í kreativu menningini av vøruúrvalinum. Á tann hátt ert tú eisini við til at seta tín dám á arbeiðsdagin.

Sum persónur ert tú ábyrgdarfullur, títt arbeiðið er skipað, tú arbeiður væl sjálvstøðugt líka so væl sum í einum toymi, og so brennur tú sjálvandi fyri kondittarahandverkinum 🙂

Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin vanliga liggur millum kl. 7 og kl. 18 mánadag til fríggjadag og viðhvørt í vikuskiftinum.

Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2209.

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Malene Fisker Waag, stjóra, á telefon 787912.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið