Lýsing
Skurðdepilin søkir eftir hjálparfólki at byrja 01.03.2024 ella eftir avtalu. Talan er um fast starv á fulla tíð.
Skurðdepilin fevnir um serøkini ortopedkirurgi, parenkymkirurgi og urologi. Harumframt eru Skaðastovan, Eygnadeildin, Oyrna-Næsa-Hálsdeildin, Hoyriklinikkin og Tannlæknastovan partar av Skurðdeplinum.
Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við læknaskrivararnar á deplinum og kemur at átaka tær uppgávur so sum:
- handfaring av ymiskum skjølum
- postavgreiðslu
- móttøku av teldupostum til Skurðdepilin
- ymiskt fyrifallandi arbeiði.
Førleikar:
- viðkomandi útbúgving sum t.d. heilsuskrivari, skrivstovufólk ella líknandi er ein fyrimunur
- góðan telduførleika
- dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum, bæði skrivliga og munnliga.
Persónligir førleikar:
- arbeiðir effektivt
- dámar ein fjølbroyttan arbeiðsdag
- samstarvssinnað/ur
- áhuga í tvørfakligum samstarvi
- jalig/ur av lyndi
- trívist í einum skundmiklum gerandisdegi
- røkin.
Vit kunnu bjóða tær:
- góðar starvsfelagar og gott samanhald
- eitt áhugavert og fjølbroytt arbeiðsøki í støðugari menning
- tvørfakligt samstarv við læknaskrivarar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknar o.o.
Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv og vænta vit av starvsfólkum okkara, at tey eru við til at menna hetta. Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd til arbeiðið og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær Heidi R. Vatnsdal, leiðandi læknaskrivara á Skurðdepilin, t-post heire@ls.fo ella tlf. 304500, lokal 5801.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknarfreistin er tann 14.02.2024.
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.