Lýsing
KOM VIÐ Í OKKARA GRÁA TOYMI
Søkt verður eftir anleggsgartnara, handverkara ella arbeiðsfólki við royndum til gráa toymið hjá Hjálpirót.
Talan er um fast fulltíðarstarv.
Vit bjóða:
● Góð og skipað arbeiðsviðurskifti
● Nútímans útgerð og arbeiðsbilar
● Møguleika fyri at menna teg bæði fakliga og persónliga
● Eitt fjølbroytt arbeiðspláss
● 45 min døgurðasteðg við løn
Vit vænta, at tú:
● Hevur royndir við onkrum av hesum uppgávum – ikki neyðugt við royndum á øllum økjunum, men á nøkrum: flísaálegging, grótlaðing, smærri timburarbeiði, betongarbeiði, uttandura rørarbeiði, uppseting av spæliplássum og/ella maskingrevstri
● Dugir at skipa arbeiðið á smærri projektum
● Vísir arbeiðságrýtni
● Hevur fakligan stoltleika
● Vilt veita kundum okkara eina góða tænastu
Tað er ein fyrimunur at hava koyrikort til viðfestisakfar (BE).
Løn:
Løn sambært avtalu og setanartreytir sambært sáttmálanum hjá Havnar Handverkarafelag.
Starvsbyrjan:
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Meira at vita:
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Sjúrð Jacobæus, stjóra, á tlf 594703 ella Siri Andreasen, leiðara á gráu deild, á tlf 594719.
Umsókn
Umsóknin skal sendast til hjalpirot@hjalpirot.fo í seinasta lagi 7. juli 2022
Um Hjálpirót:
Hjálpirót er størsta gartnarafyritøka í Føroyum við heili 35 árum á baki. Tað starvast uml. 15 fólk fast alt árið, og í hásesong, upp í uml. 30. Vit átaka okkum bæði størri og smærri uppgávur innan urtagarðsvirksemi, bæði grátt og grønt.
Vit gera heildarveitingar av útiøkjum, umframt at vit m.a. gera innkoyringar, tún, terassur, uttandura trappur, leggja flísar, laða grótgarðar, grevstur, smærri timburarbeiði, lendisgøtur, urtagarðsrøkt, gravarrøkt, planta, tilskera og fella trø, klippa hekkar, lúka, sláa gras, kavarudding, salting, umframt at vit veita ráðgeving og tekna uppskot til útiøkir.