Útgivið
22. april 2022
Útgongur
6. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Hjálparbryggjari til OY

Um stutta tíð letur nýggja bryggjhúsið OY upp á Hálsi í Havn. Høvuðsbryggjarin hjá okkum hevur úr at gera, og honum tørvar nú eyka hendur. Vit sóknast tí eftir einum bryggjara at hjálpa til í dagliga arbeiðinum.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv í einum nýggjum bryggjhúsi við barr- og matstovuvirksemi umframt sølubúð undir somu tekju. Arbeiðsumhvørvið verður brúsandi og lívligt, og arbeiðsumstøðurnar framúr góðar. Lønt verður sambært avtalu.

Uppgávurnar hjá tær fevna um:

  • At hjálpa høvuðsbryggjaranum í dagliga arbeiðinum
  • At reinsa útgerð
  • At tappa
  • At vera við í dagliga rakstrinum

Um teg:

  • Tú hevur áhuga fyri brygging og framleiðslu
  • Tú gongur upp í reinføri og ert skipað/ur
  • Tú hevur nakað av tekniskum førleikum

Ljóðar hetta sum rætta starvið til tín? So er bara at senda umsóknina avstað til Petur Petersen, stjóra: petur@oy.fo

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið