Útgivið
11. maj 2022
Útgongur
25. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Hjálparfólk til Akstovuna

Akstovan søkir eftir einum hjálparfólki at arbeiða 15 tímar um vikuna. Talan er um eitt tímalønt starv.

Uppgávan

  • Framleiðsla av nummarspjøldrum
  • Burturbeining og skráseting av burturbeindum nummarspjøldrum
  • Fyrifallandi húsavarðar uppgávur
  • Burturbeining av trúnaðarruski og øðrum, sum ikki hoyrir undir renovatiónina
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein ábyrgdarfullan persón, sum er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, sum er fyrikomandi og sum dugir at samstarva við onnur. Tað er ein treyt at hava koyrikort til vanligan bil.

Setanartreytir
Arbeiðstíðin er 15 tímar um vikuna.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag ella um talan er um handverkara, so við Føroya Handverkarafelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara á tlf. 350418.

Umsóknir
Umsókn við upplýsingum um teg sjálvan kann sendast sum teldupostur til akstovan@akstovan.fo ella Akstovuna, Postsmoga 3206, Hoyvíksvegur 57, 100 Tórshavn.

Umsóknarfreist mánadagin 25. mai 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið